Seinastu 10 árini hevur Guðrið Hansdóttir verið millum virknastu føroysku songkvinnurnar. Hon hevur givið fimm soloútgávur út, umframt at hon hevur givið út í bólkinum Byrta. Eisini hevur Guðrið spælt óteljandi konsertir heima og burturi.
- Hesi árini hava verið sera góð og stuttlig. Tað týdningarmesta við at gera tónleik og spæla konsertir, er at hava tað stuttligt, sigur Guðrið Hansdóttir.
Leygardagin spælir hon aftur á Summar Festivalinum, har hon hevur havt nakrar frálíkar framførslur gjøgnum árini.
– Tað feita við Summar Festivalurin er, at tað er altíð nógv fólk, og stemningurin er sera góður. Fólk eru við upp á tað, sigur Guðrið Hansdóttir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo