Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

John Johannesen rann við mikrofon millum bilsølurnar í Hoyvík mánakvøldið.

Hann leitaði eftir 110 mió kr, sum eitt samt Løgting brendi av í grønum bilafjanti í fjør fyri at stuðla nú heimsins skjótast vaksandi ‘religión’.

Hesar 110 mió kr spardar høvdu givið ein munandi skattalætta til láginntøkur ella hvørjum pensjonisti 20.000 kr meiri um árið.

Tað er skríggjandi láturligt, at hetta 110 miljóna pengatap í fjør gav okkara klimakultistum neyðars 0,3% lægri CO2 útlát.

Umroknað merkir hesin pinku 0,3% ‘vinningur’ fyri 110 mió kr, at 1% minni útlát hevði kostað 330 mió kr, og at 0 útlát hevði kostað Føroyum 33 mia kr (5 føroyskar fíggjarlógir).

Eru tit, turkatrúgvu kultistar, Bogi, Johan, Elsa, Hervør, Kári, Greta, Ingilín et. al, spinnandi ør?

Tit fáa aldri vindmyllur at erstatta Sundsverkið, líkamikið hvussu nógv skattgjaldarin bløðir.

Leggur bilsølur undir illgruna
John (D&V) legði bilhandlar undir illgruna at hava kraddað sær sjálvum 100-tals mió kr, sum skattgjaldarin hevur bløtt í studningi til hybrid og el-bilar farnu 4-5 árini.

Illgrunin hekk í luftini eftir sendingina.

Tað undraði annars, hvussu smá ársavlop bilsølurnar høvdu í fjør, frá 1 til 8 mió kr hvør. 17 mió kr minni enn í 2021.

KvF kundi mælt Løgtinginum til at gjalda keyparum av el-bilum beinleiðis studning. Tá høvdu vit upplivað skattgjaldarar í øðini.

Keyp endiliga el-bil, um tú hevur hug, men rinda rætta prísin fyri hann uttan studning frá palleba, og miss tú so 20% av prísinum í virðisminking árliga í 6 ár.

KvF er samsekt í nevnda pengamissi, tí KvF hatar olju, bensin og gass líka nógv, sum klimafascistar, ‘granskarar’, gyklarar, svindlarar og nógvir politikarar gera.

Tíðindadeildin hjá KvF (einir 5-10 vertir og teirra 20-30 føstu heimildarfólk) ekkóar jú bert tað, sum altjóða vinstravongurin meinar um kolvetni og CO2.

So liggur vertin á, hvat hinir 55.000 føroyingarnir, ið gjalda fyri KvF, hugsa.

Forstýraðar grátikonur skríggja
Sonevndir journalistar og ‘vísindafólk’ hava sum lívsmál at leypa ræðslu á fólk um veðurlag og bráðan dómadag av heimsupphiting.

Mannaættin hevur ikki verið so kúgað, síðan Pávakirkjan í miðøld við sínum psykiskt sneytandi skriftafedrum, nassandi nunnum, munkum og heljarpredikantum ræddu lívið úr fávitskutum olmussudýrum, ið rindaðu avlát fyri ikki at enda í eldsjónum.

Upp í 60% av spurdum ungdómum missa nú svøvnin, krevja gagg-viðgerð, hugsa sjálvmorð og tora ikki fáa børn av ótta fyri heimsins undirgangi.

Eingin stormur, glopraregn, skerpingur, tropuhiti, skógareldur ella gellifrost raka nakað stað á klótuni, uttan at klimatiskar grátikonur skríggja: “Heimsins undirgangur”.

Tey siga, at mannaættini er ikki lív lagað, um hesir glatanarprofetar ikki fáa miljardir av evrum og dollarum til at ‘granska’ klimakreppu og at dusa sær í.

Kolvetni eigur lívið í 80% av heiminum
Tíðindadeildin í KvF dekkar bert 50%, t.e. vinstru helvt, av tíðindaspektrinum.

Tí hoyrist aldri, at kliomaterrorisman er størsta hóttan móti mannaættini.

80% av heimsins framleiðslu og vælferð byggir á kol, olju og gass.

Farnu 150 ár er miðal livialdurin tvífaldaður úr 40 upp í 80 ár, og vit liva nógv betur.

Kolvetni eigur lívið í 6 mia av heimsins 8 mia íbúgvum. Tey (vit) vóru deyð uttan.

Kina hevur nú 1.200 kolorkuverk, opnar 1 nýtt um vikuna og flennir at okkum.

Kina framleiðir 70-80% av heimsins bilbattaríum, ið vit keypa, tí tey eru ‘grøn’.

Kina sprænir 30% av heimsins CO2 útláti út í atmosferina, dupult so nógv sum USA.

Skjótt eiga Kina, Rusland, Venezuela og islamar tað mesta av heimsins koli, olju og gassi, tí at okkara klimafascistar banna kolvetni í Vestanlondum

Partar av lógini úr gildi
Hevði KvF verið vert sítt journalistiska salt, sluppu tingfólk og religiøst forstýraðir umhvørvistar ikki óátalað at søpla 100-tals mió kr í skattapeningi til at ‘yvirtala’ eini 10% av okkara bilaeigarum at keypa hybrid- ella elbil.

Sjálvsagt keypa fólk hybrid ella el-bil við 100.000 kr í studningi, sum palleba noyðist at bløða fyri.

Mangur palleba hevur ikki sjálv/ur ráð til at keypa brúktan bil fyri yvir 50.000 kr.

Løgtingið ger seg sekt í sosialpolitiskum yvirgangi við at tvinga láginntøkufólk at gjalda skatt til luksusbilar fyri hálva og heila miljón.

Var nakar granskandi dugur í okkara tíðindafólki, bankaðu tey Løgtingið til ikki at føra so pengaoyðandi el-bilapolitikk í teirra religiøsu hvørvisjón.

Nú er so partur av hesum pengaspilli endað, tí hybrid-lógin fór úr gildi 1. sept.

Illanstíð komi hon ella nakað líkandi aftur.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo