Vanliga dømir ein sum hjartalagið er til
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Koltur: Tá elveitingar í Føroyum tók seg upp, var tað ikki óvanligt at einstøk hús fingu sær elmotorar sum streymveiting. Men síðani einaferð í sjeytiárunum hevur SEV átikið sær at veita streym til oynna frá Verkinum, sum tá varð bygt nakað miðskeiðis millum býlingarnar.

Veitingin hevur verið við dieselmotorum, sum hava koyrt og framleitt streym 24 - 7 - 365. Eitt slíkt elverk framleiðir við fullari megi alt døgnið uttan mun til, um elmegin verður brúkt ella ei. V.ø.o hevur verkið framleitt nógvan streym sum er farin fyri skeytið øll hesi árini.

Men 20. juni 2022 hendi stórt framstig á grønu leiðini í Koltri. Tá koblaði SEV nýggja battarískipan til verkið.

Bygt varð nýtt battaríhús við 48 battaríðum aftrat gamla verkinum har báðir elmotorarnir standa. Hendan dagin var battarískipanin kobla á elveitingina til oynna og frá tí løtu, hevur einasta uppgávan hjá dieselmotorunum verið, at løða upp í battarískipanina tá tørvur er á tí.

Vit hava roknað leysliga út, at frá hesum degi hevur dieselmotorurin koyrt áleið 4 til 5 tímar pr. samdøgur í staðin fyri, sum áður 24 tímar. Og tað allarbesta er, at elmegin sum framleidd verður upp í battaríðini verður goymd har til hon verður brúkt, í mun til tá motorurin koyrdi fór ein stórur partur av elframleiðsluni út í tóman heim.

Aftrat hesum kemur javnari elveiting, minkaða ljóðdálkingin, og vónandi ein støðugari og tryggari elveiting.

Fleiri myndir á facebooksíðuni hjá Koltri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo