Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

GroAqua: GroAqua og Bakkafrost hava skrivað undir sáttmála um at byggja heimsins størsta fóðurflaka, tá ið tað kemur til stødd av fóðurgoymslu og tal av fóðurlinjum.

Fóðurflakin tekur 1.100 tons av fóðuri og hevur 24 fóðurlinjur. Við hesum er møguligt at fóðra 24 aliringum samstundis. Fóðurflakin verður útgjørdur við n‎‎‎ýggjastu tøknini hjá GroAqua á Kambsdali, sum ger at fóðurflakin verður ómannaður. 

Talan er um størsta sáttmálan, sum GroAqua nakrantíð hevur gjørt, tí fóðurflakin er annar av tveimum fóðurflakum, sum GroAqua skal byggja fyri Bakkafrost á hesum sinni.  

“Vit hjá GroAqua eru errin av at hava gjørt eina søguliga avtalu við Bakkafrost um at byggja tveir stórar fóðurflakar, sigur Ólavur Thomsen, sum vegna GroAqua arbeiðir við hesi verkætlan. Verkætlanin vekir ans uttanlands, tí talan er um slóðbrótandi fóðurflakar í mun til støddina og tøknina umborð, sigur Ólavur Thomsen.”  

Tað er GroAqua í Pólandi, dóttirfelag hjá GroAqua í Føroyum, sum stendur fyri byggingini av fóðurflakunum saman við starvsfólkum í Føroyum. Flakarnir skulu verða lidnir til komandi summar.

GroAqua hevur høvuðssæti á Kambsdali umframt feløg í Pólandi, Skotlandi og í Norra. 100 fólk starvast í samtakinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo