Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hoyringassvarið hjá Grindamannafelagnum til ætlaðu broytingarnar, sum Fiskimálaráðið skjýtur upp viðvíkjandi veiðu av kjafthvítum springara: 

Nr. 1 (Náttúrugripasavnið broytt til Havstovan)
Onga viðmerking

Nr. 2 (Sýslumaðurin kann lýsa bann)
Skoyta hendan tekstin uppí aftur: 
Bannið verður ikki ásett, uttan at onnur grindaumdømi hava fingið høvi at seta fram ynski um at skifta grind úr avvarðandi grindaumdømi, sambært § 37.

Lýsast í Kringvarpi Føroya + og á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.

Viðmerkingar:
Teinurin í millum Suðuroynna og restina av landinum, verður nevndur sum próvførsla, fyri broytingina. Men tað er gott samband í millum flest onnur grindaumdømi í landinum, og tískil eigur teinurin millum Suðuroynna og restina av landinum, ikki verða avgerandi fyri at onnur grindaumdømi, hava havt møguleikan at gjørt avtalu sínámillum um grindabýti, áðrenn eitt bann verður lýst.

Vanliga er grindabýti í Suðuroy eisini serstakt við, at øll í oyggin fáa part, sjálvt um tú ikki hevur biði um hann, ella hevur luttikið í sjálvari grindini. Hetta serstaka býti kann eisini verða ein orsøk til, at tað ikki verður tikið upp, tá tað er nokk av grind til.

Við at lýsa á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum, røkkur lýsingin longur út.

Nr. 3 (Kvota á 500 springarar í 2022 og 2023)

Viðmerkingar:
Eitt av okkara bestu argumentum fyri okkara veiðu av hvali, er at okkara veiða er burðardygg. Um ráðgevingin metir, at ein kvota er neyðug fyri at varðveita veiðuna av kjafthvítum springara, so er tað í ordan. 

Men vit undrast á, at talið skal verða akkurát 500, tá ið Havstovan metir at ein burðardygg veiða er 826. Serstakliga tá hugsa verður um, at tá tað kemur til fiskakvotur, verða kvoturnar sum oftast settar hægri enn tað ið Havstovan mælir til.

Tað er eisini ógreitt, um talan er um eina kvotu uppá mesta lagi 500 springarar pr. ár yvir 2 ár, ella um tað er samlað 1.000 yvir 2 ár. T.v.s. at um vit ikki veiða nakran springara í 2022, so kunnu vit flyta óbrúkta kvotu til 2023, og kunnu veiða 1.000 springarar í 2023. 

Talan er um eina “felagskvotu” fyri alt Føroyar, ynskiligt er at tað verður lýst nærri hvussu kvotan verður býtt í millum ymsu grindaøkini í landinum. Tað kann t.d. henda, at øll kvotan verður brúkt í einum øki í landinum, uttan at onnur øki fáa møguleikan at fáa sín part, tá kvotan er uppi.

Kvotan nevnir bert kjafthvítir springarar, men lógarverki loyvir eisini veiðu eftir hvessingi og skjórutum springara. Tað er vandi fyri, at tað fara at verða misskiljingar, tá springarar verða sæddir, um hvat slag av springara talan er um, og um teir telja við ella ikki í kvotuni.

Tað kann verða ilt at meta um støddina á einum springarabólki, tí tað ganga so nógvir omaná í mun til grindahval. Um so er at komið verður til lands við einum springarabólki, og eitt ávíst tal av springarum hevur gjørt landgongd, kann verða ringt at fylgja við, nær restin av bólkinum skal rekast út aftur, tí kvotan er upp. Hetta er heldur ikki rætt etiskt, tí tað er ivasamt um t.d. ein hvølpur klárar at yvirliva einsamallur, uttan eina móðir.

Vit skilja uppskoti til eina kvotu, at verða ein máti at seta hámark á, hvussu stórur ein bólkur kann verða, sum verður veiddur. Sagt verður samstundis, at kvotan verður tillaga í 2024, tá NAMMCO hevur gjørt eina stovnsmeting. Hugsa vit okkum, at NAMMCO kemur við einum tilmæli, at nógv meira enn 500 kunnu veiðast hvørt ár, so má kvotan hækka tilsvarandi, og tá er møguleiki fyri at reka stórar bólkar til lands.

Vinnan
Vit síggja í dag, at prísirnar á matvørum eru farnir til himmals. Um kvotan er ásett eftir kravi frá vinnuni, so eigur vinnan at veita endurgjald til føroyingin, sum missir tilfeingi orsaka av at vinnan fær sín vilja. T.d. við at lata øllum føroyingum mat ókeypis hvørt ár. 

Sekt
Ógreitt er í uppskotinum, hvør skal hava sektina um kvotan ikki verður hildin. Tá grind verður hildin til, eru fleiri partar ið hava ábyrgdina av, at gjørt verður sambært lógini. Hesi eru landsstýrismaðurin, sýslumaðurin, grindaformenn, kommunustýrið og grindafólkið.

Tað verður heldur ikki nevnt í uppskotinum, hvør kemur at hava eftirlit við at kvotan verður hildin, og at tað ikki verður snýtt. T.d. at allir hvalir verða merktir og taldir við, tá býti verður gjørt.

Stingari
Annars vilja vit enn einaferð nýta høvið, at heita á Fiskimálaráðið, um at framleiða fleiri stingarar til springara sum eru grunda proptotypuna, sum er roynd í Hvannasundi, og sum vísir seg at virka væl. Tað verður gjørt við at gera eina tekning av stingaranum, og lýsa hana sum eina góðkenning, saman við broytingini í kunngerðini, sum man nú ætlar at broyta.

Grindamannafelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo