Give the ones you love
Wings to fly,
Roots to come back
And Reasons to stay
Hesi orðini eigur Dalai Lama, og standa tey sum fororð til heildarætlanina, ”Fólkaflyting og fólkavøkstur”, sum Føroya Landsstýri lat gera í 2013. Orsøkin til, at hendan heildarætlanin varð gjørd, var skeiva gongdin við fólkatalinum í Føroyum og serliga, at yngra ættarliðið valdi Føroyar frá í útbúgvingarhøpi. Sum so er tað ikki ein trupulleiki at taka eina útbúgving í útlandinum, men avbjóðingin liggur í, at vandi er fyri, at ein stórur partur av teimum ung, als ikki koma heim aftur.
Tey seinastu árini hava vit tó sæð, at føroyingar í stórum tali hava leitað sær aftur til Føroyar eftir loknan lestur. Hetta hevur verið sera jaligt fyri føroyska búskapin og fyri tann vøksturin, vit hava sæð í Føroyum tey seinastu árini. Hóast gongdin hevur verið góð, so eru tekin í sól og mána, at vit ikki hava ráð at hvíla á laurberbløðunum.
Vit síggja í løtuni eitt lækkandi burðartal og í kanning, sum er gjørd ímillum lesandi á Glasir, so ætla 60 % av teimum lesandi at fara av landinum at nema sær hægri útbúgving. Eitt lágt burðartal samstundis sum tey ungu í stóran mun leita sær av landinum, og harvið nógv ung í burðardyggum aldri, kann verða við til at skeikla demografisku gongdina og samlaða burðaravlopið. Hetta vóru m.a. somu eyðkennini, vit sóu í 2013, tá exit Føroyar var í hæddini. Vit eiga tí at taka tølini í kanningini á Glasir í størsta álvara. Vit hava tørv á teimum ungu í okkara samfelag, tey eru við til at flyta hugburðin, ávirka mentanina, kveikja kjakið og annars seta sín dám á samfelagið, tí ongin vissa er fyri, at øll tey ungu koma aftur til Føroyar eftir loknan lestur í útlondum, tað hava vit áður sæð mong dømi um.
Harvið ikki sagt, at tað ikki eisini kann vera gott, at ung eisini leita sær aðra staðir at lesa, leita sær íblástur og fáa sær royndir, tey skulu sjalvsagt hava loyvi til at royna flogið og er tað eisini gott fyri samfelagið við øðrvísi royndum, men tað er ein ov stórur partur, 60 %, sum ætlar sær at lesa uttan fyri landoddarnar heldur enn í Føroyum.
Ì heildarætlanin frá 2013 varð serliga víst á viðurskiftini við hægri lestri í Føroyum, sum ein grundleggjandi fortreyt fyri fólkavøkstri. Tørvurin á einum campus og einum lestararumhvørvi var ein avgerðandi fortreyt fyri at fáa tey ungu at støðast. Tíbetur hevur Fróðskaparsetrið verið í rúkandi menning tey seinastu árini, og talið av lesandi er vaksið nógv, og í dag eru áleið 1000 lesandi á Fróðskaparsetrinum. Hetta er sera gott, men gongdin má halda áfram, og vit eiga at seta okkum greið stór mál, at hetta talið skal uppá 3000 í 2030, har vit eisini bjóða lesandi úr øðrum londnum at lesa í Føroyum, sum harvið eisini kann vera við til at geva Fróðskaparsetrinum eitt veruligt altjóða lestarumhvørvi, sum lesandi í Føroyum eisini fáa gagn av.
Fróðskaparsetrið má alt fyri eitt gerast partur av Bologneavtaluni, avtalan, sum kann gera tað lættari og smidligari hjá lesandi at ferðast ímillum lærustovnar, har ein lesandi í Føroyum kann taka sína grundútbúgving her fyri síðani at taka ein yvirbygning á útbúgvingini í einum øðrum landi.
Hetta arbeiðið hevur tikið alt ov langa tíð og má avgreiðast nú. Vit mugu ásanna, at vit neyvan kunnu bjóða allar útbúgvingar í heiminum út at lesa í Føroyum, men við fjølbroytni í útbúgvingarskipanini ber til at lata tey ungu festa røtur i Føroyum, samstundis sum vit geva teimum flog og møguleika at royna seg aðra staðni í eitt stytri tíðarskeið fyri at fáa íblástur og royndir fyri síðani at venda aftur til Føroyar. Kanningar vísa, at jú longri tú ert burtur, tess lættari er tað at vera verandi burturi, og tí eiga vit at gera tað møguligt um ikki at taka alla útbúgvingina í Føroyum so at taka ein part av útbúgvingini í Føroyum og ein part í útlandinum, og harvið gera tað lættari at velja Føroyar til heldur enn frá.
Samgongan hevur sett sær fyri at fáa eitt universitetssjúkrahús í Føroyum, at tað skal gerast møguligt at taka eina læknaútbúgving í Føroyum, hetta er eitt sera skilagott strategiskt átak, bæði fyri okkara lesandi, men so sanniliga eisini fyri at fáa feiri at taka hesa útbúgving, sum so stórur tørvur er á, og at vit fáa raðfest heilsugransking í Føroyum, sum kann gerast eitt kveikjandi umhvørvi fyri onnur lesandi og granskarar úti í heimi at koma til Føroyar.
Eitt nýtt campus er somuleiðis eisini ein grundleggjandi fortreyt fyri at fáa tey ungu at velja Føroyar til. Hetta vísti kanningin og heildarætlanin eisini á frá 2013, og tí er tað gleðiligt, at sitandi samgonga raðfestir hetta sera høgt, nú farið er undir at byggja nýtt høvuðssæti á Frælsinum.
Eitt annað átak, sum eisini varð víst á í heildarætlanini frá 2013 til tess at styrkja um lestrarumhvørvið í Føroyum, er lestraríbúðir og her má ferð eisini setast á beinanvegin.
Sum samfelag mugu vit gera alt tað, vit eru ment til tess at gera tað møguligt at festa góðar og sterkar røtur í Føroyum.
Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo