Longu við ársbyrjan er gravgongur eftir atgongumerkjum at síggja ”Dræberne fra Nibe”, sum Filmsfelagið vísur mikukvøldið.
Hetta er nýggi filmurin hjá Ole Bornedal, sum er ein svørt komedia í kenda norðurjútska tónleikabýnum, har Ingi Samuelsen búði í fleiri ár. Tí fer hann at innleiða sýningina, sum er almenn.
Hetta er forvitnislig undanfrumsýning, eftirsum filmurin ikki verður sýndur alment í donskum biografum fyrr enn 12. januar.
Sýningarnar í Filmsfelagnum eru annaðhvørt mikukvøld og tær eru allar almennar. Eins og í fjør fer Filmsfelagið saman við Havnar Bio og øðrum stuðlum og áhugafeløgum at skipa fyri festivalinum ”Filmsdagar i felag”.
Næsti filmur á skránni hjá Filmsfelagnum er hin nýggi svenski ”Den alvarsamma leken”, sum Pernille August hevur gjørt eftir skaldsøguni hjá Hjalmar Söderberg frá 1912.
Her er sýningarskráin hjá Filmsfelagnum: http://bio.fo/Filmsfelagid.aspx
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo