Sunda kommuna: Økið kring Skúlan við Streymin broytist sera nógv, og arbeiðið at grava út fyri nýggjum skúla og ítróttarhøll er nú komið væl áleiðis. Í apríl mánað verða væntandi fyrstu elementini sett upp.
Byggiarbeiðið er boðið út og skulu tilboðini latast inn í hesi vikuni.
Byggingin er mett til at taka umleið tvey og eitt hálvt ár, og tá fáa borgarar í kommununi ein nútímans skúla við øllum hentleikum umframt stásiliga ítróttarhøll, sum er tann fyrsta í kommununi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo