Flogbóltssambandið: Tað sigur Eva Winther Nagata úr Hoyvík, sum hevur spælt flogbólt uttanlands í seks ár, fimm ár í Danmark og eitt í Kanada.
Hon hevur fingið nógvar avbjóðingar og heldur eisini, tað tænir føroyskum flogbólti, um føroyingar spæla uttanlands eitt skeið.
Eva spælir nú við AVS Elite, og tær liggja á fjórða plássi í bestu donsku deildini. Í vár skulu tær spæla semifinalur í Volley-liguni.
Les samrøðu við Evu Winther Nagata á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo