Tað er gleðiligt at síggja, at Anna Falkenberg nú er komin á betri tankar viðvíkjandi umboðan hjá Álandi, Grønlandi og Føroyum í formansskapinum í Norðurlandaráðnum.
Í tilgongdini havi eg verið forfardur av arbeiðinum hjá Onnu Falkenberg, har hon beinleiðis tóktist arbeiða ímóti, at smærru Norðurlondini skuldu fáa pláss í formansskapinum í Norðurlandaráðnum.
Uppleggið tóktist vera, at tað hevur størri týdning, hvussu umboðanin hjá ymisku tingbólkunum í til dømis Danmark skuldi vera, meðan tað ikki hevði týdning, at Føroyar fáa umboðan – ella ein framíhjárætt, sum hon kallaði tað.
Vit læra øll við tíðini, og tað tykist tað sum, nú Anna Falkenberg alment boðar frá, at hon tekur undir við uppskotinum, sum tryggjar Føroyum atgongd við nøkrum heilt smáum tillagingum, sum ikki ganga útyvir møguleikarnar hjá Álandi, Grønlandi og Føroyum.
Erling Eidesgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo