Føroyska fyritøkan FarPay sum veitir framkomnar gjaldsloysnir til vinnulívið hevði ársúrslit uppá 1,2 mió kr í fjør. Tað er munandi betri enn árini frammanundan, sum hava verið merkt av halli.
FarPay er rættuliga nýggj fyritøka, sum eisini er virkin uttanfyri Føroyar, og í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at vøksturin er serliga skaptur uttanfyri Føroyar, serliga í Danmark og Grønlandi, har fyritøkan eisini er virkin. ParPay hevur í fleiri umførum hækkað partapeningin, fyri at menna loysnirnar, sum verða bjóðaðar viðskiftafólkunum.
Fíggjarstøðan javnvigar við stívliga 4 mió kr og eginognin er 2,5 mió kr.
FarPay hevur heimstað í Havn, stjóri er Sámal Samuelsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo