Gosið sum byrjaði á Reykjanesi í gjár er nakað minkað í mátti nú. Talan er tó um nógv tað størsta gosið av teimum sjey sum hava verið síðani 2021.
Enn er tó ikki trygt at ferðast har á leiðini, og eini 700 fólk máttu flytast úr Bláa Lóninum, sum er stongt nú.
Við Ritzau sigur Rikke Pedersen, jarðfrøðingur sum starvast við Lærda Háskúlan í Reykjavík, at gosini sum hava verið nú koma eftir eitt tíðarskeið við dvala í 800 ár.
- Hetta er eitt nýtt aktivt tíðarskeið, har fimm gosskipanir sum eru á Reykjanesi eru blivnar aktivar aftur. Hetta tíðarskeiðið kann vara fleiri 100 ár, tað vita vit ikki, sigur hon.
Vandi var ongantíð fyri mannalívi í gjár. Arbeitt verður nú við at verja undirstøðukervi, so sum vegir, vatnleiðingar og fipurkaðalar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo