Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Netavísin Huffington Post skrivar í dag úr the 2nd U.S. Circuit Court of Appeals í New York, at ætlanin hjá Google Books at skanna bøkur er lóglig. Einki brot er staðfest á nakra lóg um upphavsrættindi.

Tað var amerikanska rithøvundafelagið, The Authors Guild, sum saktsøkti Google Books fyri brot á upphavsrættindi, tá stóra verkætlanin at skanna bøkur fór av bakkastokki fyri 10 árum síðani.

Í 2006 gjørdi táverandi Føroya Skúlabókagrunnur avtalu vð Google Books at skanna føroyskar skúlabøkur, so tær kunnu lesast á netinum. Við loyvi frá Fjølriti vóru útvið 1000 føroyskar skúlabøkur skannaðar inn í skipanina í 2008 fyri einki.

Bøkurnar kunnu lesast her

Her er dagsins grein hjá Huffington Post um avgerðina hjá hægsta rætti í USA í dag at loyva Google Books at skanna bøkur: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo