Í løtuni er ivasamt, um Atlantsflog, sum upprunaliga ætlað, fer undir at flúgva til Newark flogvøllin í New Jersey í heyst.
Okkurt bendir á, at fyrsti túrurin til USA ikki verður fyrr enn í vár komandi ár.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur við Kringvarpið í dag, at tey bíða enn eftir ymsum loyvum úr USA, men at tey ikki hava givið upp vónina um, at flúgva til New York í heyst.
Umboð úr USA skuldu eisini koma til Føroya í summar at kanna ymisk viðurskifti, men heldur ikki hesi hava verið og gjørt teirra kanningar enn. Tí er nú ivasamt, um Atlantic Airways fer at flúgva til New York í heyst, sum kunngjørt annars varð fyrr í ár, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.
Umboð hjá Atlantic Airways fara í næstum til USA í eini roynd at fáa gongd á, men Jóhanna á Bergi viðgongur, at tað kann gerast trupult at halda upprunaligu tíðarætlanina.
Les meira her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo