Fleiri framstig eru gjørd og DG100 drekarnir hava framleitt streym samanhangandi í long tíðarskeið.
Minesto sigur í fráboðan í dag, at royndirnar í Vestmannasundi, sum hava vart í ein góðan mánaða í hesum umfarinum, hava verið góðar og eggja til framhaldandi at royna at framleiða streym burturúr orskuni í sjóvarfallinum í sundinum.
- Vit hava roynt skipanirnar til fulnar, og tað gleðir okkum at kunna fortelja, at meira streymur er framleiddur nú enn nakrantíð áður. Góðskan á streyminum er væl innanfyri tey markvirði, sum SEV hevur ásett, sigur Dr Martin Edlund, sum stendur á odda fyri Minesto.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo