Í morgin verður ættin útsynningur fyri tað mesta, fyrst frískur vindur men sum dagurin lýður minni vindur, skýggjað men turt fyri tað mesta og hitin 10-12 stig.
Týsdagin gul fyrst av landsynningi seinni útsynningi ella suðri, onkrir sólglottar, turt og hitin upp í 12 stig.
Mikudagin mestsum stilli, kanska ein ond høgt, smáskýggjað men turt og løtur við sól, hitin um 10 stig.
Hósdagin og fríggjadagin melur hann av ymsum ættum, serliga hósdagin verður nógv sól, hitin báðar dagarnar um 10-12 stig.
Góða veðrið heldur fram næsta vikuskiftið eisini, men næsta leygardag kann roknast við nógvum regni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo