Komandi vikuna verður veðrið eitt sindur meira ruskut enn tað góðveðrið sum hevur ligið hesa vikuna, við nærum ongum vindi, nógvum løtum við sól og bert hendinga æli.
Longu í morgin verður meira vindur, og tá vit nærkast miðviku verður vindferðin upp í 24 metrar um sekundið og nógv regn.
Tað verður mest lágætt, so tað verður ikki so kalt, hitin verður mest 10-11 stig alla vikuna.
Lágættin ger, at besta veðrið sannlíkt verður at finna norðanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo