Yrking við einari heilsan til ukrainska-, russiska- og føroyska fólkið í sambandi við kríggið í Ukraina.
Góðu Ukrainar!
Eru tit flýdd ella deyð?
Í frástøðu, vit biðja og syngja og vísa russum frá okkum;
og vit hálovað fólkaræðinum og mannarættindum.
Men hjálpir tað tykkum at yvirliva í tykkara neyð?
Góðu Russar!
Ukraina er tykkara brøðratjóð.
Ríka og til tíðir ógvusliga søgu, tykkara fólk í felag hevur.
Finnið nú semju um frið!
Soleiðis at tit sum tvey sjálvstøðug, sterk og mentaði lond kunnu liva og virka lið um lið.
Góðu Føroyingar!
Hvørjum endar kríggið við?
Hvørvur Ukraina - land og fólk - tí vit ikki eru har,
men hjálpa aðrastaðni frá;
og við einari trúgv,
at lond og fólk ynskja sínámillum frið?
Henrik Weihe Joensen
Hoyvík, 3. mars 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo