Eftir eitt tíðarskeið við 273 royndarmátingum í heyst hevur felagskommunala reglugerðin um óljóð frá skipum nú virkað síðani ársskiftið. Og staðfestast kann at arbeiðið við hesum hevur munað.
Havnirnar hava eftir reglugerðini møguleika at gera mátingar, tá ið tær meta tað hóskandi. Men skal reglugerðin virka eftir ætlan, er eisini neyðugt at borgarar gera vart við seg, um skip koma til bryggju og halda nógvan gang.
Koma klagur um skip, sum ikki eru ljóðmátað áður, so verður ljóðmáting gjørd skjótast gjørligt. Ofta hava havnirnar førleikan at gera mátingarnar sjálvar, men um neyðugt biðja tær sær hjálp frá øðrum havnum ella privatari fyritøku.
Til og við 1. apríl 2022 vóru tilsamans fimm mátingar gjørdar. Hóast fimm mátingar ikki ljóða av nógvum, so var í flestu førum góð orsøk at koma á staðið. Tvey skip vóru omanfyri núverandi markvirðið, meðan tvey onnur hava fingið upplýst, at tey ikki lúka stigvíst lækkandi markvirðini hetta fram til 1. januar 2025. Øll hesi skip mugu tí gera ábøtur ella broytingar, um tey vilja hava varandi virksemi við føroyska havn.
Havnarmeistarar kring landið boða harumframt frá, at teir hava varhugan av, at fleiri skip longu hava gjørt umvælingar, sum hava minkað um óljóðið. Hetta kann hava samband við vaksandi almenna áhugan fyri hesum øki og tað arbeiði, sum hevur verið í gongd, at gera eina felags reglugerð fyri alt landið. Í øllum førum eru royndirnar, at fleiri skip, sum áður hava verið til ampa, hava munandi lægri ljóðstøði enn í royndartíðini.
Tó er enn væntandi, at nøkur skip afturat fara leggjast afturat listanum, so hvørt sum vertíðirnar skifta. Havnirnar halda tí fram at taka ímóti upplýsingum og klagum frá borgarum.
Kommunufelagið, 7. apríl 2022
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo