Illa útskeldaða gjaldsportrið í Saksun er tikið burtur.
Festarin, André Kruse, hevur tikið tað niður.
- Beinleiðis orsøkin er, at hann ikki vil lata gjaldsportrið blíva eitt jarnbrot hjá politisku myndugleikunum og Visit Faroe Islands til at lóggeva hópferðavinnu til Føroya, skrivar Norðlýsið.
Portrið verður nú sum áður eitt vanligt hagaportur og uppgávan at verja økið er latin mynduleikunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo