Leitingin eftir tveimum saknaðum monnum, sum vóru við Kambi ið sakk týsdagin, er nú avblást, og menninir roknaðir sum sjólátnir.
Brimil og Tjaldrið hava leitað í allan dag á eini leið sunnanfyri Føroyar, men leitingin var úrslitaleys.
Egin Markná, vaktleiðari á MRCC upplýsir fyri VP, at ymsir smálutir eru funnir hesar dagarnar, leitað hevur verið, men teir báðir saknaðu menninir eru ikki funnir.
- Nú kunnu vit bara ugga okkum við, at tað kundi verið nógv verri. Hóast alt eru 14 av teimum 16 monnunum komnir frá vanlukkuni við lívinum, sigur hann.
Sjóforhoyr verður týsdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo