Ein gíslatøka í býnum Ede í Niðurlondum er endað í øllum góðum. Ongin fekk skaða og gíslatakarin hevur givið seg yvir til politiið, skriva fleiri miðlar.
Maðurin fór tíðliga í morgun inn á ein náttklubba, har tók hann fýra fólk sum gíslar og hótti við at spreingja seg sjálvan og gíslarnar í luftina.
Eftir at hava tingast við mannin allan fyrrapartin valdi hann at geva seg yvir til politiið og lata gíslarnar leysar.
Plitiið sigur í kvøld, at tey kenna til mannin, sum fyri einum ári síðani gjørdi okkurt líknandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo