Mauricio Pochettino heldur at brexit hevur ávirkað teirra fíggjarligu støðu og at felagið tí ikki hevur fingið keypt nýggjar leikarar.
Í eini samrøðu við Sky Sports sigur hann at orsøkin skal finnast í at Stórabretland nú fer úr ES, og tosar um ringar tíðir í felagnum nú seinasta hond verður løgd á nýggja vøllin hjá felagnum.
Klokkan 12.30 í dag føroyska tíð skal Tottenham leika á útivølli móti Newcastle.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo