Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Altjóða Holocaust-dagurin (27/1) til minnis um 6 mió týndar jødar undir (National)sosialismuni, er júst farin aftur um bak.

1. feb. fingu vit føroyingar tíðindi frá Amnesty International, Føroya deild, at farna forkvinnan í AI, Katrin Dam á Neystabø (sosialistur) er farin, og Turið Maria Jóhansdóttir (helst eisini sosialistur) er vald til nýggja forkvinnu í ekkórúminum hjá tí globala og korrupta ST.

Í somu tíðindarøð fær Ísrael aftur av grovfíluni, tí okkara Heilaga Land, Guðs eygnasteinur, verður kallað ein apartheid-statur!

Turið Maria man vera ósek í hesi lygusøguni hjá AI, tí hennara uppgáva er helst bara at smílast fitt í sýnisglugganum hjá AI.fo, og endurtaka altjóða lygnir frá AI um jødarnar, og at veitra við moralska flagginum hjá AI til øll, ið koma framvið:

“Hey tit, vit hava umsorgan og kærleika fyri øllum” (uttan jødum og Ísrael).

Við 4.000 ára longu lagnu jødanna í huga man anti-semitisma vera eitt hitt treiskasta dømi um rasismu í heimssøguni. Jødahatur er enn ljóslivandi, nú eisini takkað veri Amnesti (eisini Føroya deild) og serliga hildin uppi av ST.

Eg skal ikki troytta tykkum anti-semittar (tey flestu vinstrahall) við øðrum enn  at lýsa, at Ísrael er alt annað enn ein apartheid-statur.

1. Til teirra, sum (heldur) ikki vita, hvat apartheid var, so lat hetta vera nóg mikið: Orðið apartheid merkir ‘serskild menning’, er ‘afrikaans’ (málið hjá hvítum niðursetifólki (boarum) av hollendskum uppuna í Suðurafrika). Apartheid var inngrógvin partur av landsins stýrisskipan 1948 – 1994.

Stutt sagt virkaði apartheid-skipanin so, at hon var planøkonomisk enntá við etniskari dimensjón. Tey hvítu vóru 1. floks- og tey svørtu 2. floks borgarar í øllum lutum. Svørt fingu ávísar partar av landinum at búgva og virka í uttan atkvøðurætt ella politiska ávirkan á hvítar myndugleikar. Svørt kundu ikki giftast hvítum, ikki brúka hvítar tænastur og flutningsfør. Tey høvdu egið lægri lønarlag og fakfeløg, sluppu upprunaliga ikki at ferðast frítt innanlands uttan pass.

Tá Sovjet-kommunisman var endað á søgunar øskudunga í 1991, og vandin burtur fyri, at kommunistiska ANC tók valdið við sovjetiskum vápnum og hermonnum, tordi hvíta stjórnin í Suðurafrika at lata teim svørtu atkvøðurættin og sostatt politiska valdið.

1. Eingi av hesum kørgu (apartheid) korum galda fyri arabiskar borgarar í Ísrael.

2. Ísrael er á stødd sum Jútland, men við 8,5 mió íbúgvum, harav 1,5 mió eru arabar, ið vórðu búgvandi eftir 1948, tá Ísrael varð stovnað.

3. Arabiskir ísraelar hava júst somu rættindi sum øll onnur, tey flestu jødar, í Ísrael.

4. Tey hava og brúka sama atkvøðurætt.

5. Tey hava egnar flokkar í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, og tey flestu atkvøða fyri teimum.

6. Ísrael er einasta demokratiska land í Miðeystri við regluligum lokalum og tjóðartingsvalum.

7. Arabiskir borgarar eiga egin hús og ognir, har teim lystir at búgva og virka javnbjóðis øllum ísraelum.

8. Tey hava javnrætt til útbúgving, handalig sum bóklig yrki, sum løgfrøðingar og dómarar, og tey brúka henda rætt. (Ein arabiskur dómari sat í hægstarætti, sum dømdi ein fyrrv. (jødiskan) forseta, Moshe Katsav, fongsul fyri neyðtøku).

9. Arabiskar kvinnur eru valdar til Miss Israel, arabiskar fótbólts- og ítróttar stjørnur hava spælt á ísraelskum landsliðum, og arabiskir tónleikabólkar leika frítt og umboða Ísrael uttanlands.

10. Arabiskir borgarar kunnu, um teir vilja, gera herskyldu í IDF.

11. Fleiri arabiskir ísraelar hava tænt sum diplomatar, sendiharrar, konsular og arbeiða frítt sum tíðindafólk í øllum miðlum.

12. Arabar hava verið ráðharrar í ísraelsku stjórnini.

13. Eftir seinasta val er ein arabiskur politiskur flokkur partur av og enntá tungan á vágskálini í ísraelsku stórnini.

14. Arabar í Ísrael liva fríari lív við betur grundlógartryggjaðum rættindum enn í nøkrum arabiskum landi.

15. Arabiskir ísraelar sleppa at skúla síni børn í arabiskum ella muslimskum skúlum við sama rætti sum jødar.

16. Arabiskar kvinnur hava somu rættarstøðu og persónligt frælsi sum jødiskar. Einki arabiskt land loyvir kvinnum at liva javnbjóðis monnum.

17. 20% av ísraelskum borgarum eru sum sagt arabar. Men allir jødar (800.000 íalt) og nærum øll kristin (uttan koptar í Egypt) eru rikin úr sínum  upprunaliga arabisku heimlondum eftir 1948, tá Ísrael varð stovnað.

18. 85% av spurdum arabum í Ísrael velja í spurnarkanningum aftur og aftur at verða búgvandi í Ísrael enn at flyta til arabisk lond.

19. Palestinar í Gaza, Judea og Samaria (Vestara Áarbakka kallað) eru ikki borgarar í Ísrael. Teir hava eini 8 ferðir sýtt, ofta við kríggi, at viðurkenna Ísrael, sum skal fyribeinast, og nokta teimum 6-7 mió jødum rættin at vera til.

20. Ísrael valdi eftir 2005 at byggja ein múr rundan um Ísrael fyri at forða palestinskum jihadistum at sníkja seg inn í Ísrael fyri at drepa ísraelsk børn o.o sivilfólk á matstovum, bussum, skúlum, handlum osfrv.

21. Fyri eini 15 árum síðan tók Ísrael øll jødisk niðursetufólk aftur úr Gaza, sum síðan hevur verið stýrt at altjóða terrorfelagskapinum Hamaz. Hvørki Hamaz ella Fatah í P.A. fyri eystan hava hildið tjóðartingsval í 15 ár.

Við at skuldseta Ísrael, einasta fólkastýri í Miðeystri, fyri at vera eitt apartheid-land, roynir Amnesti (eisini Føroya deild) at billa fávitskutum fólki inn, at Ísrael hevur ikki rætt at teljast millum lond og skal ruddast út í Miðjarðhavið.

Hvat hugsa tit jødahatarar fyri tykkum? Ísrael var búskaparliga á sama støði sum arabisku grannalondini, tá Ísraelar í 1947 søgdu ST ja til at góðtaka 15% av øllum Palestina tá, íroknað Jordan.

Arabar kundu behalda 85% av Transjordania, men søgdu nei. Straks lupu 7 arabisk lond á Ísrael við vápnum, men 600.000 jødar bankaðu arabisku miljónherarnar av og vunnu sær rætt til egið land. 

Í dag er BTÚ hjá arabisku londunum rundan um Ísrael bert $ 3.000 per íbúgva um árið í miðal.

Ísrael kann bjóða sínum íbúgvum, jødum sum ísraelskum arabarum, $45.000 í miðal árligari inntøku. Sjálvsagt velja arabiskir ísraelar at verða búgvandi.

Taka vit allar jødar kring heimin (líka nógvir jødar búgva uttan fyri sum í Ísrael), so eiga teir 197 Nobel-prísvinnarar ialt.

Heimsins muslimar, 1.300 mió íalt, altso 100 ferðir fjølmentari enn jødarnir (13 mió tils.), hava bert vunnið 11 Nobel-virðislønir íalt.

Serliga tey 56 muslimsku limalondini í Sameindu Tjóðum, men eisini flestu heimsins sosialistar, hata jødar og Ísrael so nógv, at ST hevur bara síðan 2013 gjørt 45 samtyktir ímóti Ísrael, líka nógvar sum móti øllum hinum 193 limalondunum tilsamans.

So stór er øvundin móti lítla Ísrael. So stór er jødajagstranin.

Ta løtu, sum arabar og palestinar leggja vápnini, verður friður í Miðeystri. Ta løtu, Ísrael leggur síni vápn, verður Ísrael ruddað út.

So tit anti-semittar. Skammið tykkum. Speglið tykkum heldur í jødunum, sum berjast ímóti Ísraels fíggindum hvønn dag fyri at yvirliva.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo