Tann 40 ára gamli Robert Card skal seinasta mikudag hava skotið 18 fólk til deyðis og meitt onnur 13. Nú er hann funnin deyður, helst fyri egnari hond.
Hesum boða myndugleikarnir í statinum Maine, har illgerðin fór fram.
Politiið hevur jastrað mannin síðani. Nú hann varð funnin, lá hann í eini skóg nærhendis býnum Lisbon, sum er 12 kilometrar frá Lewiston, har hann skeyt frá hond.
Tey deyðu vóru í aldrinum 14 til 76 ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo