Tað er ongin orsøk til at bíða við eini loysn uppá siglingina út í Hest, til Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu. Skal Tórshavnar kommuna gera nýtt atløgupláss í Hesti, so eiga royndirnar við Erlu Kongsdóttir at verða gjørdar nú beinanvegin.
Stjórin á Strandferðsluni, Hilmar Eliasen, hevði í vikuskiftinum prát við Sosialin, har staðfest verður, at sum frálíður verða ferjurnar Teistin og Hasfjord lagdar, so hvørgin teirra verða brúktar til at sigla út í Hest, tá Sandoyartunnilin er latin upp.
Strandferðslustjórin slær tó fast, at vit mugu hava eitt skip til endamálið – og hann metir, at Erla Kongsdóttir – ella tílíkt skipaslag – er tað rætta til farleiðina. Og tað krevur so, at Tórshavnar kommuna ger nýggja atløgubryggju í Hesti.
Pástandurin er, at Erla er sera væl egnað til leiðina, at hon siglir skjótt, er góð at manøvrera við og klárar alt, sum hini skipini klára, eisini í ringum veðri. Hetta er møguliga ein sannleiki við modifikasjónum – og nólsoyingar eru neyvan samdir.
Onkur orsøk man vera til, at Strandferðslan ikki brúkti Erlu Kongsdóttir at sigla til Skúvoyar – og Hestsfjørður á vetri man neyvan vera frægari farvatn. Men lat okkum royna.
Høvuðsargumentið fyri at brúka Erlu Kongsdóttir er, at Søvn Landsins hava stórar ætlanir í Koltri, hagar roknað verður við, at túsundtals ferðafólk fara at vitja um sumrarnar. Okkum vitandi liggja hesar ætlanir tó langt frammi í tíðini, so hesum kunnu vit ikki bíða eftir.
Víðari sigur strandferðslustjórin, at “Erla Kongsdóttir kann taka miðalstórar bilar til eitt nú oljuflutning, rusk og bussar”. Hetta er væl eisini ein sannleiki við enn størri modifikasjónum.
Áðrenn kommunan ger nakað í Hesti, mugu vit vera fullkomiliga vís í, at ferjan kann brúkast alt árið. Hvør eru munurin á Nólsoyarfirði, Skúvoyarfirði og Hestsfirði?
Verandi ferjulega má ikki oyðileggjast og ein nýggj eigur ikki at verða gjørd, bara til Erlu Kongsdóttir, men eigur at kunna brúkast av øðrum.
Fólkið í Hesti hevur leingi havt ómetaliga vánaligt ferðasamband. Nøkur fastbúgvandi hava bil, tey, ið ferðast ímillum, noyðast øll at hava bil. Teirra tænastustøði eigur í minsta lagi at liggja á hædd við tað hjá nólsoyingum, sum tó ofta er vánaligt, tí SSL regluliga tekur flutningin frá teimum, tá okkurt bagir onkra aðrastaðni.
Harnæst hava vit bæði landbúnað og ferðamannavirksemi í Hesti. Farmatúrar mugu tí ikki ganga útyvir ferðafólkaflutningin, men vera eykatúrar. Rusk- og oljuflutningur má vera púra tryggur og regluligur og ikki vera uppá “bekostning” av fólkaflutningi.
Tað má verða soleiðis, at fólk, sum búgva í Hesti og sova í Hesti, sleppa til arbeiðis um morgunin og heimaftur um kvøldið. Og tey mugu fáa bilarnar við, tí á tann hátt flyta tey vøru til og frá – handil er ongin í oynni.
Tað mugu vera fleiri túrar, so fólk sleppa til lækna og onnur ørindi, og handverkarar o.o. kunnu koma í oynna og sleppa heimaftur sama dag.
Hetta er minsta treytin fyri, at nakar flytur aftur í oynna. Tað kann ikki vera meiningin, at fólk við egnum báti sigla ímillum á hávetri fyri at passa sítt arbeiði.
Og tað kann heldur ikki vera meiningin, at ungfólk, ið hava hug at flyta í oynna, ikki kunnu, tí tey ikki sleppa fram og aftur sama dag.
Tórshavnar kommuna vil fegin viðvirka til eina skjóta loysn úti í Hesti. Men tað er ongin orsøk hjá Strandferðsluni at bíða, til Sandoyartunnilin er liðugur.
Farið í gongd nú beinanvegin!
Setið Erlu inn nú og roynið, um hon kann brúkast á vetrartíð. Lat hana t.d. sigla morguntúrarnar. So finna vit eftir stuttari tíð útav, hvørja loysn vit skulu velja – og hvat Tórshavnar kommuna kann gera fyri at framskunda loysnina.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo