Leingi hava børn, foreldur, lærarar og onnur havt eitt stórt ynski um at fáa eitt fullgott, kveikjandi og lokkandi útiøki í Skúlanum á Giljanesi við góðum spæliplássi. Eitt nýmótans spælipláss við góðum undirlagi har børn kunnu spæla og mennast bæði sosialt og motoriskt.
Vága Kommuna hevur eftir áheitan frá Skúlanum á Giljanesi og skúlastýrinum á vári 2019 samtykt at seta gongd á arbeiðið at gera eitt fullgott stórt spælipláss uttanfyri skúlan á Giljanesi.
Vága Kommuna hevur arbeitt við ætlanini við spæliplássinum síðani seinasta summar. Spæliplássið verður gjørt í samstarvi við skúlan á Giljanesi, skúlastýrið, Innsport og SNA og Áni Winther arkitektum.
Tað er Innsport, saman við SNA og Árni Winther arkitektum, sum standa fyri arbeiðnum.
Nú er ætlanin fyri spæliplássið gjørd. Í mai byrjar arbeiðið at gera eitt nýmótans spælipláss uttanfyri nýggja skúlan á Giljanesi.
Í samstarvi við Innsport eru vit tryggjað, at tilmælini til trygdina verða hildin.
Spæliplássið kemur at liggja niðanfyri nýggja skúlan á Giljanesi. Gummibetong við litspæli verður lagt á spæliplássið. Ynski var at spæliplássið skuldi verða serliga innbjóðandi til næmingarnar í 1. - 6. flokki, soleiðis at hesi, í størri mun, verða eggjað út at spæla og røra seg í fríkorterunum. Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt tá skúlin byrjar aftur í august.
Spæliplássið er hugsað sum ein natúrligur partur, tá skúlin á Giljanesi verður útbygdur. Sostætt er spæliplássið fyrsta stig í eini størri ætlan fyri Skúlan á Giljanesi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo