SF: Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár á Summar Festivalinum.
Í uppskrýddu ítróttarhøllunum verða eitt nú aktivitetir, undirhald, tónleikaframførslur, sangur, klovnarí og dansur á skráni.
Ein vakur og gandakendur djóraheimur við fittum føroyskum djórum og spennandi eksotiskum skriðdjórum verður eisini. Umframt ballóngarður, hoppiborgir, boingbóltar, teknistova, pinkuland, barnabarr og góður matur.
Eisini ber til at heilsa uppá innbjóðandi víkingar, brølandi dinosaurin og allar fittasta Silva hvønn dag.
Silvalandið byrjar hósdagin klokkan 15 við stórari skrúðgongu og gøtukarnevali, har farið verður úr Klaksvíksgarðinum við pyntaðum, larmandi og syngjandi børnum og kreativum festivalgestum. Børn og barnsligar sálir, tú og eg, ja øll sum vilja seta sín festliga dám á ta stóru skrúðgonguna, eru sjálvandi vælkomin!
Silvaland hevur opið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin frá kl. 15 til 19.
Í Silvalandi verður nógv gjørt burtur úr, ja heilt frá teimum allarminstu til tey allarstørstu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo