Visit Tórshavn: Hóskvøldið 24. mars skipa Hugskotið og Visit Tórshavn fyri einum kveikjandi tiltaki fyri ferðavinnuveitarar.
Ferðavinnan hevur verið í einum aldudali seinastu tvey árini, men nú er heimurin aftur opin – og stundin komin at hyggja at ferðavinnuveitingunum við nýggjum eygum.
Tiltakið er fyri aktørar í ferðavinnunini – bæði tey royndu og óroyndu. Yvirskipaða evnið er, hvussu ferðavinnuveitarar við lítlum broytingum kunnu skapa stórar batar í síni fyritøku – tænastustøðið hækkar samstundis sum fyritøkan gerst fíggjarliga burðardygg.
Margrete Bak, sum hevur drúgvar royndir við íverksetan og ferðavinnu, kemur at leiða verkstovuna. Hennara fokus er á íverksataranum og fyritøkuni. Á arbeiðslívinum og inntøkuni.
Tiltakið verður á Panorama hóskvøldið 24. mars frá kl. 19 til 22. Tað er ókeypis at luttaka, men tilmelding er neyðug á torsinfo(at)torshavn.fo. Viðmerkið gjarna, hvørjari fyritøku tit koma frá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo