Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í samband við fíggjarlógararbeiðið hava fleiri erpað sær av at hava fingið pening til ein eyka flokk av námsfrøðilesandi.

Millum aðrar hava fyrrverandi landsstýrismaðurin Jenis av Rana, og sitandi landsstýrismaður í undirvísingarmálum Djóni Nolsøe Joensen, fleiri ferð verið í miðlunum við boðunum at teir nú hava raðfest námsfrøðiútbúgvingina!

Vísindi til løgtingsmál 47/2022 um fíggjarlóg 2023, var eyka námsfrøðiflokkurin ein av serligu raðfestingunum fyri 2023.

Játtaðar vóru 2 mió. krónur til ein námsfrøðiflokk afturat. Málið var einmælt samtykt.

Politiski viljin er greiður: Okkum tørvar námsfrøðingar. Vit ynskja fleiri námsfrøðingar.

Fróðskaparsetrið boðaði 4. juli frá, at inn vóru komnar 46 umsóknir til námsfrøðiútbúgvingina.

Tølini fyri 2021 og 2020 vóru ávikavist 54 og 68.

Í staðin fyri at gera tveir flokkar á 23 næmingar, valdi Fróðskaparsetri at gera ein flokk á 35.

Harvið eru 11 umsóknir havnaðar.

Tað kann undra at:

- Fróðskaparsetrið ikki gjørdi eftir løgtingsins vilja, og stovnaði tveir flokkar, hóast 46 umsóknir fyrilógu.

- Fróðskaparsetrið heldur fast við floksstødd á 35 næmingar. Størri flokkar merkir vanliga størri fráfall, og harvið færri útbúnar námsfrøðingar.

- Fróðskaparsetrið ikki hevur roynt at marknaðarføra tøku plássini.

Ein sum undrast

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo