Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Seint á kvøldi rýmir ein kvinna frá síni egnu tilveru heim aftur til tryggu karmarnar í barndómsheimi sínum - til gentukamarið við blómuta tapetinum. Men er gentukamarið eitt goymistað? Eitt bíðirúm ella verndarrúm? Ein fongsulsklivi ella ein skotgrøv? 

Hetta er karmurin um søguna hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs í nýskrivaða leiki hennara, Gentukamarið, sum tey í løtuni venja á Tjóðpallinum. Leikstjóri er danska Anne Zacho Søgaard, sum nevnir leikin eitt "popp horror dreymaspæl" - tí eins og hjá Strindberg verða tey mongu løgini í søguni flættað saman á pallinum í eini samanrenning av sjangrum frá horror og drag til skemt og poesi.

Síggj video við Anne Zacho Søgaard her

Umframt at vera ein søga um eitt kollsiglt hjúnalag, eina uppgerð við fortíðina, og leitanina eftir tryggleika, viðgerð leikurin eisini grundleggjandi og viðkomandi spurningar um kynssamleika og broytta leiklutin hjá kvinnum og monnum í dagsins samfelag.

Marjun Syderbø Kjelnæs hevur áður roynt seg sum leikritahøvund, og sýndi Tjóðpallurin í 2014 væl umtókta leik hennara, Tóm rúm, ið snýr seg um familjuna og rúmini í húsinum, og um at missa og koma til sættis við missin og framtíðina.

Í 2020 stílaði Tjóðpallurin fyri eini serstakari verkætlan, har høvundar, leikarar og leikstjórar framleiddu sokallaðar Koronologar á palli og á filmi, og skrivaði Marjun í hesum sambandi tveir av koronologunum ið kallaðust: Kassabilurin og Dukkuvognurin.

Afturvendandi tema í leikverkunum hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs er rúmið, og tann týdningur og ávirkan rúmið, og tingini í hesum rúmi, hava, og setur hetta eisini sín stóra dám á nýggja leikverk hennara.

Handan leikuppsetanina stendur ein áhugaverdur hópur av dugnaligum og royndum palllistafólkum úr Føroyum, Danmark og Íslandi:

Handrit: Marjun Syderbø Kjelnæs
Leikarar: Beinta Clothier og Hans Tórgarð
Leikstjóri: Anne Zacho Søgaard
Pallmynd og búnar: Sigurður Óli Pálmason
Ljóðmynd: Joachim Holbek
Ljóssniðgeving: Súni Joensen

Gentukamarið hevur frumsýning á Tjóðpalli Føroya tann 10. september 2022.

Í sambandi við mentanarnáttina 3. juni verður opin venjing av Gentukamarinum, har møguleiki verður at koma við handan leiktjøldini, og at hitta leikstjóra, høvund og leikarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo