Eingin veit hvussu umfatandi tunnilskipanin hjá Hamas er undir Gazageiranum.
Ísraelski herurin (IDF) hevur givið tunlunum navnið «Gaza Metro», skrivar El Pais.
Hamas hevur arbeitt við tunlunum í yvir 30 ár, og sigur tunnilskipanin er um 500 kilometrar.
Er tað satt, so er metroin í Gaza tvífalt so stór sum metroin í París.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo