Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ríkar upplivingar bíða øllum borgarum í náttúruni kring Havnina. Nógv grøn øki eru í Tórshavnar kommunu, har øll kunnu ganga túrar í reinum og friðsælum umhvørvi.

Fleiri myndir frá túrinum eru at síggja á Facebook hjá kommununi.

Býráðslimir, náttúrufriðingarnevndin, skógfriðingarnevndin, starvsfólk í Tórshavnar kommunu og umboð frá Umhvørvisstovuni hava seinnapartin verið eina útferð í nøkrum grønu økjunum í kommununi.

##med2##

Á túrinum vísti býarskipanardeildin nakrar vakrar náttúrukílar í býnum. Gingið varð túr í Viðarlundini í Havnardali, framvið Sandá og í Djúpagili.

Kommunan hevur seinastu tíðina játtað munandi upphæddir til lendisgøtur – eitt nú í Havnardali og eisini framvið Sandá, har nú ber til at ganga úr Sandagerði og allan vegin framvið ánni niðan til bóndagarðin við Sandá.

Landslagið gevur á ymiskan hátt borgarunum í kommununi atgongd til fjølbroyttar og vakrar náttúruupplivingar - bæði í teirra nærumhvørvi og longri úti í náttúruni.

Eitt kort við øllum almennum gøtu í kommununi sæst HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo