At eg ikki var vøkur gjørdist mær ein signing. Tað fekk meg at dyrka mínar innaru gávur. Vakurleiki er ein forðing fyri kvinnuna
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað er eitt samstarv millum G! og Thetis, ið ger tað møguligt at kanna allar festivalgestir ókeypis á ársins festivali, sigur Sigvør Laksá, stjóri á G!. 

- Hetta er eitt av mongu átøkunum, vit hava lagt orku í fyri at minka um vágan fyri smittuspjaðing á festivalinum, sigur Sigvör Laksá, stjóri á G! festivalinum og kunnger, at allir festivalgestir eldri enn 12 ár skulu lata seg kanna áðrenn festivalin – eisini tey sum eru koppsett ella hava havt koronu. G! hevur heitt á Thetis um at samstarva, og Thetis hevur síðani bjóðað seg at kanna allar festivalgestir ókeypis. 

- Vit hava verið í góðum dialogi við koronuráðgevingina í samband við fyrireikingarnar, og gleðast eisini um at Thetis vil hjálpa okkum við hesum. Á Thetis fegnast tey um at tey á henda hátt kunnu stuðla mentanarlívinum. Vit koma at pota og greina 4000 uppá stutta tíð fyri at gera ein tryggari festival, sigur Sigvør Laksá og leggur afturat, at talan er um vanligar PCR kanningar. Tó verða kannað 20 í senn, og er onkur positivur, verður greinað nærri hvør tað er.

Týsdag og mikudag áðrenn festivalin frá kl. 10.00-19.00 kunnu festivalgestir fáa eina ókeypis koronukanning, samstundis sum tey fáa armband á í SMS í Tórshavn og í Losjuni við Gøtugjógv umframt kl. 10-11 á flogvøllinum. 

Snild armbond eisini eitt amboð
G! festivalurin tekur nýggja atgongumerkjaskipan í nýtslu í ár, har armbondini eru elektronisk. Hetta ger, at um ein festivalgestur fær staðfest koronu við kanningina áðrenn festivalin, verður armbandið gjørt óvirkið og atgongumerkið verður endurgoldið. Um kanningin er negativ, fær ein fráboðan umvegis SMS út á kvøldið/náttina og kann frítt koma á festival. Tað er umráðandi at fara inn á heimasíðua coronatest.fo og skráseta teg til kanningina, áðrenn tú møtir upp.

Í samband við serligu atlitini letur tjaldingarøkið ikki upp mikudag sum vant, men hósdagin 15. juli kl. 12.00. Við hesum verður tryggjað, at allir gestir á tjaldingarøkinum hava fingið negativa koronukanning áðrenn festivalin.

Vís negativa test fyri at keypa atgongumerki við dyrnar
Um ein ikki er kannaður við áseting av armbandi týsdag og mikudag, ber eisini til at fáa armband við festival-inngongdina. Tá skalt tú vísa eina negativa koronu-kanning, sum er í mesta lagi 72 tímar gomul. 

Hesar kunnu takast á kanningarstøðum kring landið, ið síggjast á www.corona.fo – men Thetis bjóðar eisini ókeypis kanningar til festivalgestir hósdag og fríggjadag frá kl. 10.00-12.00 hjá Thetis í Tórshavn, í Losjuni við Gøtugjógv og á flogvøllinum. Minst til at kanna teg dagin fyri tú ætlar tær á festival, tí svar kemur helst ikki fyrr enn út á kvøldið/náttina.  

Gestir úr útlandinum skulu bíða 4 dagar
Fyri festivalgestir, sum koma úr útlandinum, eru almennu tilmælini galdandi; Tey skulu lata seg kanna 4. dagin eftir komu. Tað vil siga, at fyri at sleppa á festival skulu hesi koma til landið minst 4 dagar áðrenn festivalin, og vísa á eina negativa roynd á 4. degi eftir komu. Hetta er eisini galdandi fyri gestir úr útlandinum, sum eru koppsettir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo