Fleiri av veðurtænastunum á netinum hava langtíðarforsøgnir, og onkur teirra hevur nú sínar fyrstu spádómar um, hvat vit kunnu vænta okkum av ólavsøkuveðrinum.
DMI sigur nakað væl av regni ella ælaveður náttina ímillum 28. og 29. juli men ikki nógvan vind. Ættin verður tó landsynningur, sum er ættin ið ofta gevur mjørkaveður í Havn.
Ein onnur veðurtænasta er windfinder. Har vænta tey vesturætt, upp í 10 ms men eisini regn um kvøldið tann 28. juli - ólavsøkuaftan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo