Um ein mánaða er Snarfrost í Miðvági klárt at taka móti fiski, sigur Tummas Henriksen við Útvarpið.
Felagið hevur eisini keypt norskan nótabát, treytað av, at reiðaríið fær lut í menningarkvotunum ella sum onkur kallar stuðulskvotur.
Við Útvarpið sigur Tummas Henriksen, at virkið í Miðvági skal hava millum 2.000 og 3.000 tons av botnfiski um árið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo