Um vikuskiftið fer danska kórið Absolute Gospel Singers við kendu føroysku songkvinnuni Lindu Andrews sum kórleiðara at hava fleiri konsertir. Kórið kemur til Føroya í morgin, fríggjadagin, og fyrsta konsertin verður í Hoyvíkar kirkju longu fríggjakvøldið kl. 19.30. Hinar verða í Kvívíkar kirkju, Christianskirkjuni, Sjóvar kirkju og Eiðis kirkju.
Á skránni hjá kórinum eru kendir gospelsangir, men eisini nýggir, sum Israel Houghton og Kurt Carr og onnur hava gjørt. Á klaverið spælir Markus Lindel, ið er ein av bestu og kendastu klaverleikarum í gospeltónleiki í Danmark.
Linda Andrews stovnaði Absolute Gospel Singers í 2011 og hon er sum sagt eisini kórleiðari. Linda er sum kunnugt úr Havn, og fyri nøkrum árum síðani vann hon X-Factor-kappingina í Danmark.
Kórið hevur havt nógvar spennandi uppgávur. M.a. hava tey sungið saman við Rasmus Seebach og tey hava verið við í Danish Music Award og X-Factor, og kórið hevur eisini verð við til 100 ára tiltak í Operuni í Keypmannahavn, har Margretha drotning eisini var við.
Absolute Gospel Singers hava verið við í ymiskum sjónbandaløgum, og seinast hava tey verið við í sangunum “Born Again In Your Eyes” og “Fix You”.
Konsertirnar hjá Absolute Gospel Singers í Føroyum eru hesar:
Fríggjadagin 16. september klokkan 19:30 í Hoyvíkar kirkju
Leygardagin 17. september klokkan 15:30 í Kvívíkar kirkju
Leygardagin 17. september klokkan 19:30 í Christianskirkjuni
Sunnudagin 18. september klokkan 15:30 í Sjóvar kirkju
Sunnudagin 18. september klokkan 19:30 í Eiðis kirkju
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo