- Bólkurin skal hervið boða frá, at hann steðgar við arbeiðnum at fáa eina stórhøll á Strondum. Somuleiðis verður umsóknin um stuðul, sum er send løgtinginum, tikin aftur.
Soleiðis siga limirnir í bólkinum, sum var farin undir at fyrireika stóhøll á Strondum, í tíðindaskrivi í kvøld.
Tórshavnar Kommuna og danska fólkatingið hava játtað tilsamans 140 mió. kr. til verkætlanina í Hoyvík, og tað er orsøkin til, at teir gevast.
- Høvuðsendamálið hjá bólkinum er at fáa eina stórhøll í Føroyum, sum kann hýsa altjóða landsdystum hjá føroyskum hondbólti. Við høllini í Hoyvík verður endamálið rokkið.
Bólkurin heldur, at hann hevur tænt sínum endamáli, tí arbeiðið hjá bólkinum hevur skundað undir tilgongdina at fáa eina stórhøll í Føroyum.
- Við at bólkurin tekur sína umsókn aftur, er lættari hjá fíggjarnevndini hjá løgtinginum at játta neyðuga stuðulin til stórhøll í Hoyvík, siga Alexandur Johansen, Pól Jákup Poulsen, Hans Jákup Mikkelsen og Eivind Jacobsen, sum mannaðu bólkin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo