morgun var hátíðarhald í Svimjihøllini í Gundadali, nú fýra starvsfólk hava rundan starvsdag.
Annika Olsen, borgarstjóri, takkaði teimum fyri trúgva tænastu. Aftur og aftur fáa starvsfólkini at vita frá føroyingum og útlendskum vitjandi, at Svimjihøllin í Havn er ein tann reinasta og nossligasta svimjihøllin í Evropa. Hetta sigur ikki so lítið um eitt arbeiðspláss og um trúfestið hjá teimum starvssettu.
- Tá so mong starvsfólk á sama stað hava starvast saman í so mong ár - so er tað antin tí, at talan er um ein einastandandi góðan stovn at arbeiða á, ella tí at starvsfólkini hava samst og samstarvað heilt ómetaliga væl. Helst er tað bæði.
- Tit eru øll partur av einum sera góðum toymi her í Gundadali, og tit munnu eiga tykkara stóra lut í, at svimjihøllin hevur so gott orð á sær millum havnarfólk og føroyingar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo