Klovnurin BUBU er nú úti aftur við Adventsløtum, ið hann saman við tónleikarum og øðrum kendum gestum, hevur latið gjørt til hesi jólini.
Upptøkurnar eru gjørdar í Gráasteinshúsinum í Saltnesi, og í fyrstu trimum pørtunum, eru ymiskt ítriv, sum BUBU ger saman við LULU.
Men ikki einans ítriv er á skránni, men eisini tónleikaframførðslur og í fyrstu sendingini er tað Maria á Lakjuni í vitjar.
Sendingarnar enda við at Jógvan Professari vitjar BUBU og práta teir um jólini, ið nú stunda til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo