Vesturvón hevur nú fingið fýra nýggjar vegleiðarar innan røktina, og hevur hetta við sær, at Vesturvón kann taka móti nýggjum lesandi.
Í seinastuni er fleiri ferðir miðla um, at vit í framtíðini gerast enn fleiri eldri, og at tað verða færri og færri, sum eru at røkta tey.
- Á Vesturvón ynskja vit framyvir at kunna bjóða enn fleiri lesandi til okkara, soleiðis at vit, á tann hátt, kunnu viðvirka til, at vit verða fleiri, sum lyfta uppgávuna, sigur Jóngerð M. Nielsen, stjóri í Vesturvón.
- Vit ynskja at hava fakfólk, sum kunnu verða um og røkta okkara aldrandi borgarum, eisini í framtíðini.
- Tí er tað við gleði, at vit í dag kunnu hátíðarhalda, at vit nú hava útbúgvið ein kliniskan vegleiðara innan sjúkrarøkt, tveir vegleiðarar innan heilsurøkt og ein vegleiðara innan heilsuhjálparaútbúgvingina, sigur Jóngerð M. Nielsen, stjóri í Vesturvón.
Mikudagin var hátíðarløta, har allar fingu blómur og vóru ynsktar til lukku við útbúgvingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo