Í gjár var mikil hátíðardagur, tá ið Sandoyartunnilin varð tikin í nýtslu. Boraðir eru 10,8 kilometrar ella 10.800.000 millimetrar (havi eg roknað rætt).
Hetta er ein tunnilsverkætlan av mongum í Føroyum seinastu gott og væl fimmti árini.
Flyta vit okkum í myndatalu frá samferðslukervi yvir á aðrar tættir í tjóðarbygging, kunnu vit siga, at á mentanarøkinum standa fýra tunnilsmunnar at kalla órørdir:
1. munni er tónleikaheimurin við Føroya Symfoniorkestri og kóri á odda, øðrum kórum og tónleikarum.
Av 1. munna eru við landskassastuðli boraðir 10 millimetrar.
2. munni er skaldskapur og list í breiðastu merking, bókmentir og fagrar listir.
Av 2. munna eru við landskassastuðli boraðir 8 millimetrar.
3. munni er leiklist í breiðastu merking og filmslist.
Av 3. munna eru við landskassastuðli boraðir 6 millimetrar.
4. munni er føroyskt mál, móðurmál okkara; málrøkt, undirvísing og gransking.
Av 4. munna eru við landskassastuðli boraðir 2 millimetrar.
Við hesi verkætlan, ið fagnað varð í gjár, eru seinastu fáu árini boraðir úti við ellivu milliónir millimetrar. Tá rokna vit ikki smærru tunlarnar uppí.
Verkætlanin økir um Co2-útlát okkara. Hon er landskassastuðul til bilasølumenn og til teirra, sum liva av at umvæla bilar. Hon er eisini - við bøttum undirstøðukervi - landskassastuðul til ríkar fyritøkur, hvørs yvirskot í stóran mun endar í lummunum á útlendskum spekulantum.
- - -
Við ongum tónleiki, hvørki skaldskapi ella list, ongari leiklist ella filmslist, ongum føroyskum máli er tjóðin deyð.
Við hesum raðfestingum, sum altíð gloyma 1., 2., 3. og 4. munna, fremur politiska skipanin í Føroyum – eingin politiskur flokkur undantikin – tað, ið onkur vildi nevnt tjóðartýning, einki minni.
Við jólakvøðu!
Árni Dahl
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo