Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Televarpið: Leygardagin 4. mars byrjar fótbóltsárið av álvara aftur, tá ið 1. umfar í Betri-deildini hjá monnum er á skránni.

Televarpið er við frá fyrsta bríksli og fer aftur í ár at vísa allar 135 dystirnar í kappingini.

Televarpið hevur sett sær fyri, at fleiri dystir í Betri-deildini hjá kvinnum skulu vísast. Hetta fer at síggjast aftur í skránni, har talið á kvinnudystum økist.

Umframt heimligu kappingina fer Televarpið aftur í ár at vísa dystir hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, U-21 landsliðnum hjá monnum, og fylgt verður eisini við feløgunum, sum fara út í Evropa at umboða Føroyar.

Í fjør vísti Televarpið tilsamans 202 fótbóltsdystir við føroyskari luttøku.

Televarpið fer í ár at framleiða fleiri fótbóltssendingar, og hyggjarin kann gleða seg til upptaktir, greiningar og kjak um føroyskan fótbólt.

Príshækking fyri ‘pay pr. view’
Televarpið hevur fingið fleiri áheitanir frá feløgum í Betri-deildini hjá monnum um, at dystirnir, sum verða seldir í leysasølu, ‘pay pr. view,’ ikki skulu kosta minni enn atgongumerkið til sjálvan dystin kostar.

Tí hækkar prísurin fyri hvønn einstakan dyst upp í 100 kr., sum er sami prísur, ið verður tikin fyri atgongumerkið.

Televarpið sær seg sum viðspælara hjá feløgunum og vil vera við til at økja um áhugan fyri føroyskum fótbólti.

Príshækkingin fyri leysasølu ávirkar ikki kundar, sum hava fast hald hjá Televarpinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo