Tórshavnar Súkklufelag skipaði aftur fyri súkklukapping í vikuskiftinum. Aftur hesa ferð var tað kappast í Einkultstarti og aftur hesa ferð var tað Jákup Petur Eliasen, ið endaði ovast á sigurspallinum.
TSF skipar aftur í ár fyri einari kapping, ið er samansett av fimm Einkultstartskappingum - GIANT TT kappingin 2022.
Hevur ein súkklari ætlanir um at vinna samanlagt, so skal ein luttaka í fýra av fimm kappingum. Av hesum skulu tvær kappingar koyrast á vanligari kappsúkklu.
Leygardagin bleiv so aftur kappast í Einkultstarti, og hesa ferð var teinurin tann sokallaða FM klassikarinum. Hesin teinur er úr Havn, til Kaldbak og aftur til Havnar, og er teinurin 28,8 km langur. Málið var við Plantusøluna við Hvítanesvegin.
Við einari meðalferð beint undir 40 km um tíman var tað Jákup Petur, ið vann ein tryggan sigur. Nummar tvey gjørdist Gunnar Dahl-Olsen, og nummar trý Andrass Joensen.
Hjá kvinnum var tað Maria S. Hansen, ið vann, og hon tryggjaði sær harvið sjey stig.
Hjá monnum liggur Jákup Petur ovast við fullum stigatali, te. 14 stig. Við sigrinum leygardagin, hevur Maria vunnið sær sjey stig.
Komandi vikuskifti verður aftur kappast, men næsta kapping í GIANT TT 2022 kappingini verður í 18. apríl, tá koyrt verður frá Hotel Føroyum, og so allan vegin niðan á Sornfelli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo