Tað var eitt av góðu árunum hjá felagnum sum selur billutir, amboð og annað í Havn og Kambsdali.
Vinningurin eftir skatt var slakar 7 milliónir krónur, eitt kvink minni enn árið frammanundan.
Felagið er dóttirfelag hjá FTZ í Danmark sum hevur fleiri handlar um alt landið. Eigararnir fáa alt avlopið í vinningsbýti.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 26,5 mió kr, harav 14 eru eginogn.
Vagnur Johannesen er leiðari fyri føroysku deildini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo