Tað at ein ikki dámar eitt av løgunum merkir ikki, at øll útgáva ber brá av júst tí, tí nógv av løgunum eru væl betri enn Strawberry Dance, sum er í umferð.
At trøllvaksnir menn syngja fasett er ikki sørt djarvt og komi eg at hugsa um Bee Gees, tá fleiri snerktu við, tá disco´in gjørdi sína innrás – síðst í 70´unum.
Projektið er tó einstakt, tí elektropoppurin fær ein at seta spurningin, er hetta framtíðin ella er tað meira spurningurin at skapa list, sum vit skulu seta spurning við?
At tosa um frukt og eitt ella annað japanskt setur meira spurningin og hevur neyvan svarini, men tað er kanska júst tað MOMO vil – er listin og mentanin ikki bara eitt øðrvísi svar uppá tað stílreina, sum fleiri vilja seta í ein ella annan bás, har ivaleyst fleiri ikki kenna seg heima?
Ongin ivi er um, at taka vit støði í tí tónleikurin nú á døgum setur til okkum, so stremba vit øll ivaleyst eftir at okkurt skal skilja seg frá – tað ger MOMO við hesum projektinum!
Summarkendi synt-poppurin, sum teir kalla hetta, rørir ivaleyst við okkara innaru fatan av, hvussu vit skulu taka tónleik til okkum.
At billa okkum inn, at vit skulu flyta okkum yvir í japanskan siðburð og eisini hugsa um mjaðnarnar á kvinnuni, er í sær sjálvum stórt lop, sum veruliga setur spurning við, hvat veruligi boðskapurin er?
Mær dáma væl at verða avbjóðaður, men MOMO er sanniliga ein av størstu avbjóðingunum og havi ta fatanina, at artistarnir vilja hava okkum smagsdómarar upp úr sessinum.
Taka vit fasettkenda dámin og fara yvir í Leonard Cohen kenda dámin í “Lime”, so er spennið bæði krevjandi og víðfevnt.
Ongin ivi er um, at tónleikaligu evnini eru har, og har er tað avbjóðingin er størst, tí sleppa teir “villskapinum” leysum, fyri síðani at lata alt yvir í, hvat einstaki lurtarin vil hava?
Tað er eisini avbjóðing í forvrangaðu røddini í nøkrum løgum, tí vit kunnu saktans seta spurningin við, um tað aftur her er sett ein avbjóðing upp, hvussu langt lurtarin skal kunna toyggja seg.
Mítt lag í Kvørnini:
Eg velji júst lagið “Lime”, tí hetta júst skilir seg út - gott bland millum solistin og frálíku bakgrundssangararnar – lekkurt einkult guitarspæl v.m. og so er “setup´ið” heilt ok.
Útgávan skal hava 4 stjørnur av 6, tí hon veruliga bjóðar av og er eitt satt alternativ til okkara nútíðar sokallaða “stílreina” tónleik og tess fatan!
Fríðálvur A. Jensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo