Í dag fer hann úr útsynningi yvir í landsynningi, lot til frískan vind, tað verður ælaveður allan dagin tó kanska onkur sólløta og hitin um 5 stig.
Í morgin vesturhall høgætt, tað regnar um náttina og fyrrapart, seinni slítur í, hann minkar vindin niður í lot til frískan vind og hitin 4-5 stig.
Týsdagin gul av vestri, seinni av eystri og heldur frískari vindur, regn ella ælaveður, kanska sum vátaslettingur og hitin millum 3 og 5 stig.
Mikudagin millum vestan og norðan, ójøvn vindmegi gjøgnum dagin, onkra løtuna uppí ein strúk, annars bert lot til frískan vind, turt fyri tað mesta og hitin um 6 stig.
Hósdagin hvassur vindur ella skrið av suðri, ímóti kvøldi fer at regna og hitin um 7 stig.
Fríggjadagin verður heldur kaldari aftur, niður í eini trý stig og avfallið kann koma sum vátaslettingur, hann veksur vindur sum dagurin líður uppí ein strúk ella hvassan vind.
Næsta vikuskifti verður sum heild nógvur vindur av vesturættum, tað verður illfýsi við vátaslettingi og kalt, um trý stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo