Franska sportsavísin L’Équipe, sum kunngjørdi fyrst at Paul Pogba var seldur frá Juventus til Manchester United í 2016, skrivar nú at miðvallaleikarin vil sleppa vekk í summar.
Sambært avísini sum VG endurgevur skal Pogba hava sagt onkrum av sínum liðfeløgum at hann trívist ikki og vil sleppa til annað felag.
L’Équipe skrivar at tað bert eru tvey feløg sum eru før fyri at keypa superstjørnuna, ið hevur tvey ár eftir av sáttmálanum: Real Madrid og PSG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo