Barnastjørnurnar Froja og Sarah hava júst útgivið nýggjan sang á øllum streamingtænastum (td. iTunes, Spotify og Tidal) ið kallast "Den Bedste Dag".
Fríða (kallar seg Froja í Danmark) er ættað úr Klaksvík.
Upptøkurnar eru gjørdar í navnframa Medley Studios.
Genturnar hava, síðani tær luttóku í MGP fyri børn, miðvíst útgivið nýggjan tónleik og hava nógvar konsertir á skránni í 2017, næsta konsert er í Aarhus 4. november. Teirra tónleikur er sera væl dámdur av børnum og sæst hetta aftur í yvir 2 mio. avspælingum á YouTube.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo