FSF: – Nú er A-venjaraútbúgvingin komin undir land, og so havi eg eisini seinastu trý árini fingið møguleikan at veri hjálparvenjari hjá U17-dreingjum. So eg gleði meg til hesa uppgávuna, sum er stór, spennandi og mennandi.
Soleiðis sigur Fróði Benjaminsen, sum fríggjadagin varð settur í starv sum høvuðsvenjari hjá U16- og U17-landsliðunum við dreingjum.
Umframt at vera landsliðsvenjari, skal Fróði Benjaminsen, sum er skrásettur fyri 94 A-landsdystir fyri Føroyar, eisini hava eitt tætt samskifti við feløgini kring landið, har hann skal fylgja gongdini hjá øllum spælarunum, ið hava aldur til U16- og U17-landsliðini.
– Vónandi kann eg brúka nakrar av mínum royndum, men tað ræður eisini um at vera opin fyri tí stóra arbeiði, sum feløgini gera fyri teirra spælarar. Í báðum førum skal endamálið allatíðina vera, at vit skulu menna enn fleiri landsliðsspælarar, sigur Fróði Benjaminsem við heimasíðuna hjá FSF.
Tað var annars í oktober mánað í fjør, at Fótbóltssamband Føroya tók avgerð um at víðka landsliðsvirksemið, til eisini at hava U16-landslið við bæði gentum og dreingjum. Stutt fyri jól varð Eyðvør Jakobsen sett í starv sum venjari hjá U16- og U17-gentunum, og nú er so greitt, at Fróði Benjaminsen skal standa fyri menningini av dreingjunum.
– Vit stovnseta U16-landsliðini fyri at økja um tilboðið hjá ungu spælarunum, og í hesum sambandi skulu vit allatíðina hava menningina hjá hvørjum einstøkum spælara í fokus. U17-aldurin er framvegis tíðliga á leiðini og tí er tað umráðandi fyri okkum at hava so nógvar spælararar við rundanum landsliðini sum gjørligt, sigur tekniski stjórin hjá FSF, Pætur Smith Clementsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo